Handbók fyri superhetjur 7 - Afturkomin

Bókaklubbin

198,00 kr 

  • Síður: 100
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Svenskt
  • Rithøvundur: Elias Våhlund
  • Myndir: Agnes Våhlund
  • Týðari: Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir
Deil:

Kennir tú á tær, at okkurt er galið, so er kenslan helst røtt.

Tey rændu børnini eru afturkomin í øllum góðum, og tað lætnar fyri andanum hjá íbúgvunum í Rosenhill. Men er ikki okkurt løgið við hesum børnunum? Bera tey seg ikki eitt sindur undarliga at? Og hví skuldi rænarin bara knappliga slept teimum aftur? Lisa og hinar superhetjurnar eru sannførdar um, at her ruggar ikki rætt, og tær gevast ikki, fyrr enn tær eru komnar til botns í málinum!

Handbók fyri superhetjur er væl umtókta røðin úr Svøríki. Hetta er sjeyndi partur um superhetjuna Reyða skortin og vinir hennara.

 

Fylg við – Skjótt kemur spennandi endabresturin í „Handbók fyri superhetjur, 8. partur: Longsta náttin“.

 

Bókin er ein lilla krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.