Gosfjøll
Bókadeild Føroya Lærarafelags
120,00 kr
- Síður: 48
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Rob Shone
- Myndir: Terry Riley
- Týðari: Urd Johannesen
Hvat er eitt gosfjall? Smeltað grót trýstir seg upp ígjøgnum tunnu jarðarskorpuna og verður til lava. Tað flýtur sum siroppur, og so hvørt sum tað kólnar, mennist eitt fjall til eitt gosfjall.
Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu eitt gosfjall verður til umframt kendar hendingar í søguni, har gosfjøll hava lagt bygdir og annað í oyði.
Bókin er partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.