Góðanáttsøgur til rebelskar gentur

Bókaklubbin

250,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 212
  • Útgávuár: 2018. 2. upplag 2023
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: innbundin við lesibandi
  • Rithøvundur: Elena Favilli og Francesca Cavallo
  • Myndir: Ymiskar listakvinnur
  • Týðari: Marna Jacobsen
Deil:

Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Ein mynd er teknað av øllum kvinnunum. Tað eru listakvinnur úr allari verðini, sum hava myndprýtt.

Góðanáttsøgur til rebelskar gentur er ein verkætlan, sum tær báðar Elena Favilli og Francesca Cavallo hava staðið fyri. Bókin er eitt úrslit av einum hópfíggingartiltaki, sum tær báðar settu í gongd á Kickstarter.

Tað vísti seg, at áhugin fyri bókini var so methøgur, at pengar bara streymaðu inn og breyt øll met um hópfígging av bókmentum á netinum.

Bókin hevur selt meira enn eina millión eintøk og er higartil týdd til 30 mál.

Bókin hevur gingið sigursgongd um allan heim, og tað vísir seg, at tað ikki bara eru gentur, sum lesa bókina, men sanniliga eisini dreingir!

Hon er egnað sum lesnaður hjá bæði smáum og stórum.