Gandakalshatturin

Bókadeild Føroya Lærarafelags

138,00 kr  Spar 20,00 kr

  • Síður: 158.0
  • Útgávuár: 2010
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Tove Jansson
  • Myndir: Tove Jansson
  • Týðari: Karl N. Hansen
Deil:

Henda frásøgnin byrjar við gandi ein morgunin tíðliga á vári og endar eina lýggja augustnátt, sum aldri verður gloymd í Mumidali. Har ímillum er so hendingaríka summarið hjá Mumitrøllinum við sólskini og torusláttri. Hetta kundi havt verið eitt vanligt summar, har tey funnu nýggjar oyggjar, veiddu við línu í sirminum, stuttleikaðu sær við at svimja í briminum og fóru loyndarfullar náttarferðir – men so fann mumifamiljan gandakalshattin. Eftir tann dag var onki, sum tað plagdi.
 Vandi og spenningur vóru komin í dalin og reikaðu hóttandi húsanna millum. Hvønn dag hendu ótrúligir og skakandi tilburðir – við øðrum orðum høvdu tey aldri áður havt tað so stuttligt.
 Hetta er søgan um smá og stór krúp, um stuttligar hendingar og óhugnaligar hendingar, sum altíð má vera ein blandingur av báðum, um summarið skal gerast veruliga gott.