Føroyska rossið

Bókadeild Føroya Lærarafelags

200,00 kr 

  • Síður: 66
  • Útgávuár: 2021
  • Upprunamál: Føroyskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Beinta Johannesen
  • Myndir: Cécile Zahorka
Deil:

Visti tú, at tað eru færri enn 100 føroysk ross til í øllum heiminum? At føroyska rossið er eitt tað mest hótta dýraslagið, sum er til, og at tað er eitt av teimum heilt fáu upprunarossasløgunum, sum eru eftir í heiminum? Føroyska rossið er eitt serligt rossaslag. Slagið finst bara í Føroyum og hevur verið her í meira enn túsund ár. Men fyri ikki so langari tíð síðan mundi tað doyð út.

 

Bókin er krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.