Føroya krønika

Bókadeild Føroya Lærarafelags

45,00 kr  Spar 5,00 kr

Bókin er útseld

  • Síður: 62.0
  • Útgávuár: 2003
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Markos Jiménéz
  • Myndir: Markos Jiménéz
  • Týðari: Dánial Hoydal
Deil:

Teknirøðin er eitt uppskot - ein persónlig tulking og kronologisk endursøgn av tí, sum kanska hendi í hesum landinum fyrstu 60 milliónir árini við serligum denti á tíðarskeiðið, tá ið menn fyrst nomu land og royndu at sættast sum frægast.

Teknirøðin er ein roynd at sameina søguligan veruleika við mytologisku, fantastisku og løgnu hendingarnar, sum tú kanst hóma í Føroyingasøgu.

Í bókini eru stuttligar og keipukendar tekningar og innihaldið er skipað soleiðis: Uppruni, Landnám, Norrøn búseting, Oyggjaskeggjar, Brestis kvæði, Sigmundur og Tórir, Hjá Hákuni, Sigmundur og Tórir venda heim aftur, Hákun ræður, Orrustan í Hjørungavági, Ólavur kongur Trygvason, Trúarstríð, Jallarnir aftur. Sigmundur og Tróndur, Eirikur og Sveinur ráða fyri Noregi, Sigmundskvæði yngra og Tróndur gandar, Brestis kvæði, sum Mikkjal D. á Ryggi yrkti, og Sigmunds kvæði yngra, sum Jens Chr. Djurhuus yrkti, eru endurgivin í fullari longd.

Stuttligu myndirnar í bókini gera, at bókin heilt vist fangar áhugan hjá størri børnum, ungum og vaksnum við.

Bókin kann heilt vist eisini vera eitt íkast til søgu- og kvæðaundirvísingina í skúlunum.