Flúgv, Fía! Flúgv!
Bókaklubbin
168,00 kr
Spar 12,00 kr
- Síður: 152
- Útgávuár: 2017
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Bente Bratlund
- Týðari: Rannvá Egholm
"Eg skundi mær yvir til málningin. Hann er stórur og enn vakrari enn á plakatini. Kvinnan í hvíta kjólanum sveimar næstan framyvir, eins og vil hon úr mjørkanum og fram í ljósið.“
Fía er fosturbarn. Mamman er ov sjúk at búgva heima. Fía hugsar, at einki í lívinum varir, hon fer ongantíð at hoyra til í látrinum og prátinum í fosturfamiljuni.
Men Fía fer á máliskeið, hon vil læra at skapa okkurt vakurt. Hon hevur nógv at gleða seg til.
Bókin er ein grønur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.