Findus flytur út
Bókadeild Føroya Lærarafelags
106,00 kr
Spar 22,00 kr
- Síður: 24
- Útgávuár: 2012
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Sven Nordqvist
- Myndir: Sven Nordqvist
- Týðari: Niels Jákup Thomsen
Pettson gamli ilskast um, at Findus vekur hann hvønn morgun klokkan fýra. Findus ger morgunfimleik og hoppar í songini, men Pettson vil sleppa at sova, til hann vaknar. Loysnin er, at Findus fær síni egnu lítlu hús, og tað halda báðir vera frálíkt í fyrstuni ...
Hetta er eins og allar hinar bøkurnar um Pettson gamla og frensin Findus ein innilig og stuttlig søga, merkt av tolsemi, góðvilja - og eini ótrúligari listarligari orku og hugflogi. Tú kanst sita leingi og granska hvørja opnu og alsamt at finna nýggjar smálutir og søgur í søguni.