Fangaður í kjafti tikarans
Bókadeild Føroya Lærarafelags
142,00 kr
- Síður: 60
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Nicole Boyle Rødtnes
- Myndir: Kristian Eskild Jensen
- Týðari: Kristianna Poulsen
Norman elskar tikarar og aðrar stórar kettur so nógv, at hann vil eiga tær. Tí keypir hann bæði leyvur og tikarar og hevur tey í heimagjørdum girðingum. Norman heldur, at hann hevur eitt serligt samband við djórini, og at tey ongantíð fara at leypa á nakran. Men ein dagin, tá ið ein drongur kemur á vitjan, endar heilt galið …
„Fangaður í kjafti tikarans“ er eitt savn við søgum um djóraálop úr veruleikanum. Les sonnu søgurnar um, hvussu galið tað kann enda, um tú ert á skeiva staðnum skeivu løtuna.
Bókin er ein blaúr krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.