Fangaður í bjarnaklónum
Bókaklubbin
- Síður: 56
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Nicole Boyle Rødtnes
- Myndir: Kristian Eskild Jensen
- Týðari: Hildigunn Niclasen
Todd tveitti seg niður, og bjørnin fór at klóra og bíta. Todd føldi, hvussu bjarnaklørnar skóru ígjøgnum ryggsekkin. Hann helt aftur um háls og nakka á sær. Hjartað dukaði í bringuni á honum. Hann var sloppin við lívinum í fyrra álopinum, men tað var als ikki vist, at tað fór at eydnast eina ferð afturat. Um bjørnin fekk hol á eina av teimum stóru blóðæðrunum, so fór hann at bløða út í skóginum.
Menniskju hava altíð verið hugtikin av villum dýrum. Men eins hugtakandi tey eru, eins vandamikil kunnu tey eisini vera. FANGAÐUR Í BJARNAKLÓNUM er eitt savn av skakandi søgum um, tá ið vill dýr hava lopið á menniskju – úr tí veruliga lívinum. Les tær sonnu søgurnar um, hvussu galið tað kann ganga, um tú ert á skeiva staðnum skeiva tíð ...
Bókin er ein bláur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.