Elskar, elskar ikki

Bókaklubbin

198,00 kr  Spar 198,00 kr

  • Síður: 168
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Unni Lindell
  • Myndir: Lars Rudebjer
  • Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir
Deil:

Elin og tey í flokkinum fara á seturskúla. Har hittir hon Beinir, sum gongur í einum øðrum skúla. Hann er hægri enn hinir og er ljóshærdur. Hann heldur um hondina á Elini undir borðinum og spyr, um tey skulu hittast undir eikitrænum seinni í kvøld.

So hendir okkurt snópisligt, og Elin rýmir heim mitt um náttina, men tá ið hon kemur heim, sær hon okkurt, sum er nógvar, nógvar ferðir verri.

Mamma Elina hevur fingið sær nýggjan sjeik, og hann eigur eina dóttur, sum eitur Kristina. Tað er spennandi at fáa eina nýggja systur. Men Elini dámar ikki, at dreingirnir í flokkinum halda hana vera fitta og kula. Tá ið Kristina sigur, at hon kundi hugsað sær at mussa Beinir, verður Elin ísakøld. Beinir er sjeikurin hjá henni, ella er hann tað kanska ikki kortini?

Á ferð í Spania verður rok, tí Elin og Kristina eru forelskaðar í somu dreingjum. Tað er ikki lætt at vera hálvsystrar og øvundsjúkar.

Bókin er ein lilla krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.