Eldførið

Bókaklubbin

130,00 kr  Spar 35,00 kr

  • Síður: 264
  • Útgávuár: 2016
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Sally Gardner
  • Týðari: Jákup Sørensen
Deil:

Ein ungur soldatur, ein fongslað prinsessa, heksir, úlvar og Deyðin ganga hond í hond í hesi framúrskarandi bókini eftir heiðurslønta rithøvundan Sally Gardner. Íblásturin til søguna hevur hon fingið úr kenda ævintýrinum hjá H. C. Andersen Eldførið.

Otto Hundebiss er hermaður og troyttur av krígnum. Hann verður særdur, men kemur undan við lívnum. Ein loyndarfullur skapningur, hálvt beist og hálvt maður, hja´lpir honum at koma fyri seg. Stutt eftir fer hann frá honum, og tað einasta, Otto hevur eftir, eru einir gamlir skógvar og nakrir terningar, sum kunnu siga honum vegin fram.

Fyri at yvirliva stjelur Otto hønir og breyð, alt meðan hann verður forfylgdur av einum løgnum manni í gráum kappa, sum kann umskapa seg til ein úlv. Otto flýggjar undan varúlvinum upp í eitt træ. Her hittir hann ta gátuføru Safire, sum er bæði djørv og hjartagóð.

Men ólukkutíð verða tey skild sundur, og frá tí løtu verður uppgávan hjá Otto greið: hann má finna Safire aftur og terningarnir skulu vísa honum veg. Skjótt er Otto vavdur inn í eina fløkju av myrkum gandi og dulsmálum, har tann lúnska Frú Surra og tann ræðandi Frúgvin av Neglini seta dagsskránna.

Otto fær vald á eldførinum og verður harri yvir úlvunum, men fer alt hetta ríkidømið at geva honum tað, hann ynskir sær mest av øllum?