Einki samband
Bókaklubbin
- Síður: 252
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: íslendskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Arnar Már Arngrímsson
- Týðari: Laurina Niclasen
Arnar Már Arngrímsson vann í 2016 Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri hesa ungdómsskaldsøguna, Einki samband, sum á íslendskum hevur heitið Sölvasaga unglings. Bókadeild Føroya Lærarafelags er millum fyrstu forløgini, sum hava latið bókina týða til annað mál.
Skaldsøgan lýsir á sjáldsama beinraknan og djarvan hátt ungdómslív og trupulleikar, sum ung kunnu dragast við. Einsemi, kynslív og leikluturin hjá tøknini í ungdómslívinum í dag verða lýst við intensari innliving.
Dómsnevndin segði í grundgeving síni m.a., at:
"Det lykkes forfatteren i sin debutroman at skabe en person som er interessant, underholdende, irriterende, søgende og fascinerende. Kulturverdener støder sammen i fortællingens sprog, teksten er en livlig blanding af de unges jargon og den ældre generations skriftsprog."
Sølvi er ein stúrin ungur drongur úr Reykjavík, sum verður sendur út á bygd til ommuna, sum hann næstan ikki kennir. Familjan er í upploysn, og fíggjarviðurskiftini hjá foreldrunum eru vánalig. Pápin ætlar sær til skips og mamman til Noregs. Sølvi hevur ymiskt at stríðast við. Øll sambondini, sum hann hevur við onnur, bæði familju og vinir, eru viknað burtur í einki. Úti í ongamannalandi á bygd verður lívið hjá honum vent á høvdið.