Ein farri av kolvetni

Bókadeild Føroya Lærarafelags

47,00 kr  Spar 2,00 kr

  • Síður: 156.0
  • Útgávuár: 2004
  • Upprunamál: føroyskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Marjun S. Kjelnæs
  • Myndir: Edward Fuglø
Deil:

At bora inn í menniskjasinnið krevur djarvar kanningar og eina tilbúgvingarætlan fyri lívið, men roynast má tað! Og hygg, hvussu tey øll leita rundan um teg, trilva seg fram í myrkri, dansa oman eftir smølum trappum við vindi í hárinum, ríða gjøgnum tóma rúmd.

Alt livandi stunar eftir orsøk.

 

Níggju stuttsøgur um lindir og leitan.