4-6 ÁR: Ein eydnufluga - Søgur um Alvu og Lias

Bókaklubbin

190,00 kr  Spar 8,00 kr
  • Síður: 56
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Føroyskt
  • Rithøvundur: Elsubeth M. Fossádal
  • Myndir: Kathrina Skarðsá
Deil:

Tríggjar søgur um systkini Alvu og Lias

Ein eydnufluga: Gula flugan er eydnuflugan hjá Alvu. Liasi dámar best ta grønu, tí hon fiskar best. Men tá ið Lias roynir at fáa fluguna leysa úr sílinum, verður flugan føst í fremstafingrinum.

Skatturin á loftinum: Uppi á loftinum hjá ommuni er nógv stuttligt goymt burtur, men har eru eisini nógvir eiturkoppar. Tað dámar Liasi einki.

Koronabomm: Abbin hevur koronu og skal búgva í bláu koronalonini. Alva og Lias sleppa ikki inn, men tey fara at geva honum ein bommpakka inn ígjøgnum vindeygað.

Hvat hendir, tá vit fáa sár, eru bangin ella sjúk? Hoyr, hvat læknin sigur á faktasíðuni aftan á hvørja søgu!

 

Bókin fer til børn, sum eru umleið 4-6 ár.