Eggg

Bókadeild Føroya Lærarafelags

47,00 kr  Spar 2,00 kr

  • Síður: 64
  • Útgávuár: 2000
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Stein Erik Lunde
  • Myndir: Kim Hiorthøy
  • Týðari: Jákup í Skemmuni
Deil:

Skjótt er alt fullgjørt, hugsaði hann við sær sjálvum, meðan hann stóð í køkinum. Hann visti ikki, hvaðani orðið fullgjørt kom, men tað var orðið, hann brúkti. Tað kom óvæntað upp, tá ið hann sá spegilsmyndina av sínum egna andliti við einum óreinum skálkabrosi í køksrútinum. Hann líktist einum djevli. Skjótt er alt fullgjørt, endurtók hann, og nú segði hann tað við sítt egna andlit í køksvindeyganum. So fór hann inn í stovuna at borðreiða.
Hetta brotið er tikið úr bókini um ellivu ára gamla Gilbert, sum ikki tolir egg. Gilbert eigur eina pápasystur, sum, hóast hon veit at hann ikki tolir egg, gevur honum mat við eggi í, og tað letur Gilbert ikki á sær sita...