Eg busti tenn

Bókadeild Føroya Lærarafelags

45,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 10
  • Útgávuár: 2008
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: pappbók
  • Rithøvundur: Dawn Sirett
  • Myndir: Howard Shooter
  • Týðari: Pauli Hansen
Deil:

Bókin Eg busti tenn! er ætlað børnum, frá tí tey eru heilt smá, og leggur dent á, at tað skal vera stuttligt at halda tenninar reinar. Hon er grundað á 4 tannráð:

• at busta tenn væl og virðiliga tvær ferðir um dagin,
• at busta minst tveir minuttir hvørja ferð,
• ikki at eta søtt ímillum máltíðirnar
• og at fara regluliga til tannlækna.

Eitt kort fylgir við bókini, har barnið kann klistra eina stjørnu í, hvørja ferð tað ger eftir ráðunum, og tá ið kortið er fult, fær tað eitt dinasuaramerki.

Teksturin ber uppá rím, og myndirnar eru nógvar og litríkar.

Tilsamans skuldi hetta verið ein bók, sum gjørdi tað, sum hjá nógvum foreldrum mangan er eitt stríð, til nakað stuttligt.