Dýrið
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 230.0
- Útgávuár: 2009
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft við klaffum
- Rithøvundur: Ally Kennen
- Týðari: Bergur Rasmussen
Dýrið snýr seg um drongin Stephen, ið hevur nógvar trupulleikar at dragast við. Eina mammu hann ongantíð sær, ein pápa, sum hann vildi ynskt var deyður. Fosturfamiljan ræðist hann- hann er ikki ein drongur, sum fylgir reglunum.
Umframt hetta hevur hann ein stóran, vandamiklan loynidóm. Í fýra ár hevur hann hildið einum ræðuligum skapningi innilæstum í einum fjarløgdum goymistaði. Einaferð ein meinfýsin ungi, men nú eitt máttmikið ránsdjór, stórt og nóg svangt til at bróta seg út úr einum rustaðum búri.
Ómetaliga stríðið at gera seg leysan av dýrinum ger Stephen til eina hetju, tú ongantíð fert at gloyma.
Ally Kennen hevur skrivað bókina. Dýrið er fyrsta skaldsøga hennara. Hon hevur verið í uppskoti til 7 ymiskar virðislønir og hevur higartil vunnið Manchester Book Award 2007.