Dreingirnir

Bókaklubbin

170,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 182
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Jessica Schiefauer
  • Týðari: Jákup í Skemmuni
Deil:

Um dagin gera dreingirnir seg inn á Kim og vinkonur
hennara, Bellu og Momo, men um næturnar drekka tær
nektarin úr einari ótrúligari blómu, sum broytir tær til
dreingir.


Kim vil hava meira av frælsinum, ið hon upplivir í
dreingjakroppinum og verður sum drongur forelskaður í
Tony. Sambandið teirra millum verður merkt av spenningi
og freistingum, og Kim verður drigin inn í ein heim, sum
verður villari og vandamiklari.
 

"Dreingirnir" er ein lýsing sum eingin onnur av tannáringum. Hon sameinir tað strævna í gerandisdegnum við tað vakra og gandakenda í eini søgu um uppvøkstur, broyting, kærleika og vinalag. Aftast í bókini er ógvuliga áhugaverd samrøða við høvundin um ymiskt, sum hon leggur dent á í skriving sínari, umframt stuttsøgan "Glashúsið."


”… Avgjørt ein virðiligur og spennandi vinnari av Augustprísinum.” AFTONBLADET