Dóttir Skammarans

Bókaklubbin

150,00 kr 

Bókin er útseld

  • Síður: 215
  • Útgávuár: 2004
  • Upprunamál: Danskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Lene Kaaberbøl
  • Týðari: Malan Háberg
Deil:

Drekin kom úr skugganum út í veika mánalýsið. Roðslan glitraði sum perlumóðir, og langi kroppurin brandaði sum aldur í mánalýsinum. Hvassa tungan gekk kyk út og inn úr kjaftinum, sum royndi hann at smakka luftina. 

"Nico!" teskaði eg bangin. 

"Eg havi sæð hann," segði hann og helt fastari um spjótið. 

"Gakk!"

Tað var lætt hjá honum at siga. Beinini á mær vóru so stirvin og løgin, ja, allur kroppurin var løgin, skinklaði av ræðslu. Kom hasin drekin bara eitt fet nærri ... 

Tað er ikki við góðum vilja, at Dina er stødd í Drekagarðinum í Dunark. Hon er ræðslusligin, og hægsta ynski hennara er at vera ein heilt vanlig genta, sum hevur heilt vanligar vinkonur. Men soleiðis er ikki, tá ið tú ert dóttir Skammarans, og eingin torir at hyggja inn í eygu tíni.