Djarvi Djóni - Ein vika, sum vendir upp og niður
Bókaklubbin
Bókin er útseld
- Síður: 36
- Útgávuár: 2020
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Carl-Johan Forssén Ehrlin
- Myndir: Katarina Vintrafors
- Týðari: Ása H. Ellefsen
Djóni hevur trupulleikar av ymsum slagi. Tað kann vera í forskúlanum, á spæliplássinum ella heima. Hetta eru trupulleikar, sum børn uppliva í gerandisdegnum. Les bókina saman við barninum og lær tað at loysa trupulleikan eftir lítlari løtu bara við at hugsa øðrvísi.
Djarvi Djóni er ein bók, har børn kunnu læra seg, hvussu einfalt tað kann vera at handfara svárar kenslur við at hugsa á ein nýggjan hátt.
Við íblástri frá sínum dagliga virki sum atferðarsálarfrøðingur hevur rithøvundurin skapað eina søgu, sum gevur tær og barni tínum amboð til at skilja og handfara vanligar hendingar í gerandisdegnum. Barnið fær eina fyrimynd í Djarva Djóna, og sum vaksin fært tú hugskot um, hvussu tú kanst tosa við barnið og vegleiða tað til at hugsa meira positivt.
Mental fyrstahjálp fyri børn.
Rithøvundurin Carl-Johan Forssén Ehrlin gjørdist kendur av nýskapandi barnabókunum um at fáa børn at sova, Kaninin, sum so fegin vildi sova og Fílurin, sum so fegin vildi sova