Darlah
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 392.0
- Útgávuár: 2010
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: heft við klaffum
- Rithøvundur: Johan Harstad
- Myndir: ymisk
- Týðari: Marna Jacobsen
DARLAH er ein sci-fi søga um ungfólk, ið leita eftir onkrum øðrum, onkrum nýggjum. Men tað eru eisini ein ræðusøga um rúmdina. Og ein søga um loynilig sambond, antin tey fjala seg í New York, Normandínum, Tokyo ella á mánanum.
Milliónir av ungum melda seg til happadráttin. Tað er næstan sum, at heimurin er farin av honglsunum tað várið, og enn einaferð tosa øll um mánan. Tey trý, sum vinna at enda, koma úr so ymsum støðum sum París, Tokyo og Stavanger. Tey eita Midori, Antoine og Mia, og tey hava kanska bara eitt í felag: Tey hava ongan serligan áhuga fyri rúmdarferðum.
Undan ferðini koma tey øll út fyri ógreinandi hendingum. Samstundis avdúkar NASA, at ferðin skal gerast í einari eftirgerð av tí gomlu rakettini frá 1969. Royndir astronautar eru skelkaðir. Og á einum ellisheimi í Miami situr ein gamal, senilur vaktmeistari, sum hevur starvast fyri amerikansku verjuna. Hann minnist næstan ikki sítt egna navn. Tað einasta, hann er vísur í, er, at ongin má fara aftur upp á mánan, at ein nýggj rannsóknarferð kann merkja, at alt fer at enda.
Men niðurteljingin er longu byrjað ...