Dansa fyri lívinum

Bókadeild Føroya Lærarafelags

105,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 95.0
  • Útgávuár: 2012
  • Upprunamál: norskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Torvald Sund
  • Myndir: Perma: Helle Kvevli
  • Týðari: Juli Fagerland
Deil:

Søgan um tey bæði ungu, hon ballettdansarinna, hann útróðrarmaður, er hugtakandi frá byrjan. 

   Lýsingin av teimum báðu ungu, Juliu og Rúnari, er týðilig og væl skrivað: hann við snúsinum og sjóluktinum, hon við tí sterka dansikroppinum, sum kann verða steinharður einu løtuni og kettumjúkur aðru løtuna. Somuleiðis lýsingin av gamla fiskimanninum, sum ikki hevur verið til skips, síðan hann var um at sjólátast fyri 40 árum síðani.
   Tey bæði ungu stríðast ikki bara fyri lívinum á havinum, men eisini fyri at bjarga kærleikanum ...