Bunkarin

Bókaklubbin

170,00 kr 

  • Síður: 70
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Jørn Jensen
  • Myndir: Perma: Orla Klausen
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Bunkarin er spennandi bók um Nannu og Mark, sum koma í kløtur við ein rúsevnissmuglara og verða læst inni í einum bunkara frá seinna heimskríggi. Jørn Jensen, sum hevur skrivað røðina Kalt blóð, hevur skrivað, og hendan er minst líka spennandi.

 

Nanna sær Mark fara spakuliga inn í bunkaran. Himmalin uppi yvir henni tykist ljósur samanborið við holið, har hon stendur. Skýggini fara spakuliga framvið, og av og á hoyrist eitt likkugól; annars er tað friðarligt. Hon setir seg at húka og starir inn í myrku gongina. Nakrir veikir ljósglottar siga henni, at Mark framvegis er har inni. Nakrir fuglar fara flákrandi og látandi beint uppi yvir holinum, og tað fær hana at reisa seg upp. Hvat hevur rætt teir? Hon heldur ondini og lurtar? Tað ljóðar, sum onkur gongur í runnunum beint uppi yvir henni. Hon starir upp í loft og sær ein stiga koma spakuliga niður ímóti sær. Onkur er á veg niður, og tað einasta staðið, ið hon kann krógva seg, er inni í bunkaranum.

 

Bókin er ein krossfiskur og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.