Bundnar søgur
Bókadeild Føroya Lærarafelags
260,00 kr
Spar 40,00 kr
- Síður: 226
- Útgávuár: 2016
- Upprunamál: føroyskt
- Rithøvundur: Svanihild Strøm og Marjun Biskupstø
Ein fantastiska flott bindibók við hópin av spennandi uppskriftum. Troyggjur til kvinnur, menn, gentur, dreingir, pinkubørn, húgvur, skóleistar, hosur og annað – alt við føroyskari mynsturbinding.
Við støði í bindibókini hjá Skraddar Debes ‘Føroysk bindingarmynstur’, hava møðgurnar Svanhild Strøm og Marjun Biskopstø evnað til nýggjar, modernaðar uppskriftir, grundaðar á gomlu, siðbundnu mynstrini.
Tilsamans hava tær brúkt 52 ymisk mynstur í uppskriftunum, og vísa soleiðis á nakrar av teimum nógvu møguleikunum at binda mynstrut.
Í bókini ber eisini til at lesa um søgu og siðvenju og okkara ríka mynsturarv.