Brøðurnir Leyvuhjarta

Bókaklubbin

195,00 kr  Spar 33,00 kr

  • Síður: 250
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Astrid Lindgren
  • Myndir: Ilon Wikland
  • Týðari: Elin Súsanna Jacobsen
Deil:

Stóribeiggi Skorpuna, Jónatan, fortelur honum um Nangijala, landið, hagar tú fert, tá tú doyrt. Tí Skorpan er lítil og bangin, og skjótt fer hann at doyggja.

"Øll ævintýr koma úr Nangijala, tí tað er júst har, at alt sovorðið hendir, og tann, sum kemur hagar, sleppur at vera uppi í ævintýrum frá morgni til myrkurs og um næturnar við," segði Jónatan.

Tí er tað so gott, at Skorpan sleppur at vera saman við Jónatani í Nangijala. So gott, at teir har fara at verða Brøðurnir Leyvuhjarta.