Bókin um teg

Bókaklubbin

200,00 kr  Spar 48,00 kr

Deil:

Bókin um teg - fyrsta upprunaføroyska bókin um barnið

Bókin er ætlað foreldrum og avvarðandi at skriva alt um teg. Her ber til at savna stuttligar og minniligar hendingar og smá gullkorn frá fyrstu árunum. Upplýsingar um mangt og hvat – nær, hvar og hvussu – sum annars er so lætt og skjótt at gloyma. Her er pláss at skriva niður ymiskt um barnið, frá føðingini til fyrstu fetini, frá yndissøguni til fyrstu skúladagarnar. Í bókini er gott pláss at seta myndir inn. Henda bókin er ein dýrgripur, tú fert at fegnast um alt lívið.

 

Eitt vakurt mátiupphang fylgir við bókini. 

 

Hvussu sá eg út, tá ið eg var lítil?

Nær smíltist eg fyrstu ferð? Nær fór eg at grulva?

Nær fór eg at ganga? Nær fekk eg fyrstu tonnina?

Hvat dámdi mær at spæla við?

Hvør var mín yndisbók?