Bókin um dust - La belle sauvage

Bókaklubbin

275,00 kr  Spar 25,00 kr

  • Síður: 478
  • Útgávuár: 2018
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Philip Pullman
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

Malcolm Polstead arbeiðir á vertshúsinum hjá foreldrum sínum, og har hoyrir hann orðið dust. Tað er okkurt serligt við hesum dustinum. Sum um tað ikki er heilt vanligt dust. Hendan veturin regnar tað sum ongantíð fyrr, og alt verður undir í vatni. Eitt stríð millum vísindi, politikk og átrúnað er byrjað. Malcolm missir alt í illveðrinum, og hann noyðist at fara á eina ferð, sum broytir lív hansara. Við á ferðini í kanoini, sum eitur La Bella Sauvage, eru pinkubarnið Lyra og Alice – og sjálvandi teir tríggir daimonarnir hjá teimum.

Hetta er fyrsta bókin av trimum í nýggju røðini hjá heimskenda rithøvundinum Philip Pullman. Í hesi bókini fara vit aftur til heimin, sum vit kenna úr teimum trimum bókunum um Myrkursins frumevni – Norðlýsi, Tann tvíeggjaði knívurin og Ravkikarin. Í Bókini um dust - La belle sauvage fáa vit forsøguna hjá hesum bókunum.