Barnarímur
Bókadeild Føroya Lærarafelags
100,00 kr
Spar 48,00 kr
- Síður: 92.0
- Útgávuár: 2010
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Hans A. Djurhuus
- Myndir: Elinborg Lützen
Tað brenna túsund ljós í nátt,
tey ljóma yvir breyt:
Nú verður bygt mítt dreymaslott
og skrýtt í eydnuskreyt
Barnarímurnar koma nú út í nýggjum hami. Bókin hevði fyrr ein sóljugulan lit, men hevur nú ein káman, ljósabláan lit. Inni í forsatsinum hava vit latið prentað nakrar smáar myndir hjá Elinborg. Kettan, sum spælir við noða, hevur fingið lit, men annars er bókin tann sama.
35 rímur eru í bókini og nótar til átjan teirra.