BANG
Bókaklubbin
102,00 kr
Spar 18,00 kr
- Síður: 40
- Útgávuár: 2018
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Leo Timmers
- Myndir: Leo Timmers
- Týðari: Marna Jacobsen
BANG er ein myndabók, sum vísir eina hendingagongd bara við myndum og orðinum BANG.
Ein long røð av djórum, sum koyra bil, renna inn í hvørt annað og BANG! Tað, sum er í bilinum: hønur, bøkur, klæðir, bildekk, grønmeti og mangt annað fer fúkandi í allar ættir.
Hvørt BANG hevur sín lit, og bókin er ein litføgur og skemtilig myndabók við nógvum smálutum. Børn og vaksin kunnu saman seta orð á hendingagongdina.
Ein stór, eydnusom vanlukka.