Bakibókin í Vallbakkaskóginum
Bókaklubbin
138,00 kr
Spar 30,00 kr
- Síður: 96
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: norskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Thorbjørn Egner/ Maria Villmones Bondesen
- Myndir: Qvisten Animation / Maria Villmones Bondesen
- Týðari: Una Poulsen
Í Vallbakkaskóginum eru altíð góðar søgur, sangur og bakstur, og í nýggju, flottu Bakibókini í Vallbakkaskóginum sleppa vit við Haru-Peri bakarameistara í bakaríið. Bókin er ein bakibók til alla familjuna við nógvum hugskotum og uppskriftum, millum annað hunangskøkurnar hjá Bjarnamammuni, fyltu hornini hjá Hjalsmúsini, føðingardagskøkan hjá Bamsapápanum, grønmetistertan hjá Elsdýrinum og sjálvandi bæði vanligar og dupultpipraðar piparkøkur.