At temja apuna

Bókadeild Føroya Lærarafelags

147,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 238
  • Útgávuár: 2008
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Judith Fathallah
  • Týðari: Malan Háberg
Deil:

Hvat er anorexia nervosa?

Flestu okkara halda okkum vita.

Flestu okkara kenna kend fólk við sjúkuni; vit kenna teknini, vit hava kanska onkra meining um, hví tú fært sjúkuna, ja kanska onkur eisini øvundar eitt sindur hetta at kunna stýra tí at gerast kløn/klænur.
Men hjá rithøvundanum, sum tá var trettan ára gomul, var anorexia ein rødd innaní, ein apa á herðunum, ein apa, ið áhaldandi fanst at henni og segði, at hon var feit, og at einasti máti at gerast eydnusom var at svølta seg.

Jess, sum er høvuðspersónurin í skaldsøguni, lurtar eftir røddini, og tað gera tíverri mangar aðrar gentur og dreingir, og røddin drap hana, næstan.
Skaldsøgan lýsir gongdina fram móti leking, stríðið móti ikki at gerast eitt deyðstal í statistikkinum. Og so við og við kemur hon eftir, at hon vil liva og at hjálpa øðrum at liva við at siga frá hesum henni hevði verið fyri.

At temja apuna er ein upplyftandi skaldsøga, skrivað av ungari gentu og grundað á egnu royndir hennara.