At liva í allar ævir

Bókadeild Føroya Lærarafelags

87,00 kr  Spar 5,00 kr

  • Síður: 198
  • Útgávuár: 2008
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft við klaffum
  • Rithøvundur: Sally Nicholls
  • Týðari: Turið Kjølbro
Deil:

”Eg eiti Sam. Tá ið tú lesur hesa bókina, eri eg allarhelst deyður.” Soleiðis stendur at lesa á fyrstu blaðsíðu í hesi sera hjartanemandi og samstundis lívsjáttandi søguni um 11 ára gamla Sam, sum hevur blóðkrabbamein.

Hetta er ein serlig bók, sum er bygd upp av søgum, listum, upplýsingum og myndum, ið Sam savnar saman seinastu tríggjar mánaðirnar, áðrenn hann doyr.
Hugskotið til bókina fekk Sally, tá ið ein pápi vinkonu hennara fekk krabbamein og um somu tíð ein smádrongur í familju hennara.

Nógvar bøkur eru um sorg, men fáar um tað at doyggja. Í bókini vildi hon lýsa, hvussu lívshóttandi sjúka ávirkar alla familjuna og øll rundan um, og hvørjar tankar, tey gera sær. Sally gjørdi stórt kanningararbeiði, áðrenn hon fór undir at skriva, eitt nú las hon nógv, sum børn hava skrivað á internetinum um tað at doyggja.
Hetta er fyrsta bókin eftir Sally Nicolls. Hon kom út í januar í ár á fleiri málum, og longu ein mánað seinni var hon kosin at vera besta barnabókin í Onglandi.

Bókadeild Føroya Lærarafelags var fyrsta forlagið í Norðurlondum, ið keypti rættindi til bókina.