At kanna brotsgerðir

Bókaklubbin

86,00 kr  Spar 4,00 kr

  • Síður: 32
  • Útgávuár: 2017
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: John Townsend
  • Myndir: ymisk
  • Týðari: Pauli Hansen
Deil:

Fleiri hundrað prógv kunnu verða funnin á einum gerningsstaði. Nøkur eru púra greið og sjálvsøgd, so sum fótaspor í kava ella ein hamari, sum hevur verið nýttur til at bróta ein rút. Onnur prógv ber næstan ikki til at síggja.

Serfrøðingar siga okkum, hvat ið hendir við prógvum, tá ið tey verða send til eina kanningarstovu at kanna. Her nýta serfrøðingar nýggjastu tøkni og alla sína vitan til at fáa skil á, hvat ið hendi undir einari brotsgerð. Eitt hár ella eitt sindur av spýtti kann avdúka ein brotsmann. Ein málingarblettur kann prógva, at ein mistonktur var á gerningsstaðnum. Við nógvum dømum úr skjalagoymslunum kanst tú lesa, hvussu serfrøðingarnir gera í sínum týdningarmikla og spennandi arbeiði.

Bókin er ein grønur faktakrabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.