Apan Ásvald

Bókadeild Føroya Lærarafelags

67,00 kr  Spar 5,00 kr

Deil:
"Einaferð var ein lítil gapa - á nei, eg meini lítil apa, og apan tað var Ásvald."
Soleiðis byrjar henda fitta, klassiska myndabókin til tey smáu, sum sigur nakað um, hvussu týdningarmikið tað er at siga NEI viðhvørt.
Bókin snýr seg um apuna Ásvald og vinir hennara, sum búleikast í stóra skóginum. Har hevði verið gott at verið, um ikki stóra apan fór so illa við øllum hinum...
Teksturin ber upp á rím, og í hvørjum ørindi er eisini orðaspæl, sum børn halda vera stuttligt, t.d.: Hann kemur altíð hestandi, á nei, eg meini brestandi...