Antonia mitt í verðini
Bókadeild Føroya Lærarafelags
47,00 kr
Spar 5,00 kr
- Síður: 127.0
- Útgávuár: 1982
- Upprunamál: danskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Ebba Hentze
- Myndir: William Heinesen
- Týðari: Elin Súsanna Jacobsen
Hon situr og hyggur. Og lurtar. Og hugsar um dagin, sum hon er von, tíma fyri tíma. Tað er viðhvørt ringt at hugsa í rættari raðfylgju, men Antonia hevur tíðina fyri sær, og hon ger sær ómak, og hon hugsar sær, at hon koyrir tímarnar í flærar glaskúlur, sum hon seinni í lívinum kann taka upp í hondina og hyggja at, og harinni, har kann hon so síggja alt sum hendi lýsa og flyta seg og VERA TIL, soleiðis sum tað var í roynd og veru. Tað er eitt slag av spæli, og hon veit ikki sjálv, hvussu hon hevur funnið uppá tað. Tað er bara komið av sær sjálvum. Og tað er loyniligt.