Álvur Ákason og vinir hansara

Bókadeild Føroya Lærarafelags

132,00 kr  Spar 17,00 kr

Deil:

Í fleiri enn fjøruti ár hevur Álvur Ákason fingið børn og vaksin at flenna, gráta og undrast. Nú eru fýra av teimum best umtóktu søgunum um Álv Ákason og vinir hansara savnaðar í einari og somu bók.

Í bókini eru hesar søgur: Álvur og loyniligi Flóki, Hvør bjargar Álvi Ákasoni?, Malla og Flóki mitt um náttina og Har fer tjósvættið Álvur! Fýra genialar myndabøkur, sum kunnu lesast aftur og aftur.

Tað snýr seg um vinalag, um sjónligar og ósjónligar vinir, at vera ósamdur við onkran, tú ert góður við, og hvussu ein loynivinur kann geva tryggleika í myrkrinum, tá ið tú skalt sova. Hetta eru modernaðir barnabókaklassikarar, sum ferð eftir ferð prógva, at veruleikin kann væl vera ein góð søga í sjálvum sær.

Síðan fyrsta bókin um Álv Ákason kom í 1972, eru komnar meir enn 25 søgur um Álv og heim hansara. Ofta er talan um minidrama í gerandisdegnum, har barnið verður tikið í álvara. Humor og hugflog, mitt í veruleikanum, er eitt, ið eyðkennir søgurnar.