Álopin av áarrossinum – og aðrar spennandi søgur um dýraálop
Bókadeild Føroya Lærarafelags
- Síður: 57
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Danskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Nicole Boyle Rødtnes
- Myndir: Kristian Eskild Jensen
- Týðari: Hildigunn Niclasen
Tá ið hann vaknaði aftur, var hann umgirdur av sera ringum lukti. Alt var myrkt rundan um hann, og hann helt, at hann var vorðin blindur. Men tað kendist so løgið, tí beinini vóru í vatni, men kroppurin kendist turrur. Turrur, men fullur í slími. Okkurt tungt trýsti á búkin og um miðjuna á honum.
Framvegis uttan at vita, hvat var hent, og hvar hann var, eydnaðist tað honum at lyfta hondina og føla, hvat tað var, ið kleimdi so fast um hann. Tá ið hann føldi bustirnar á snútanum á áarrossinum,
visti hann, hvat tað var, ið var hent. Hann var fangaður í kjaftinum á áarrosinum! Villdýr hava altíð hugtikið fólk, men eins hugtakandi tey eru, eins vandamikil kunnu tey eisini vera.
Álopin av áarrossinum er eitt savn við ræðuligum søgum um, hvussu villdýr hava lopið á fólk – allar søgurnar eru frá veruleikanum. Les um, hvussu illa tað kann ganga, um tú ert á skeivum stað skeiva tíð …
Bókin er ein bláur krabbi og partur av krabbarøðini hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags og Námi.