Alligatorurin
Bókaklubbin
78,00 kr
- Síður: 24
- Útgávuár: 2019
- Upprunamál: enskt
- Innbinding: heft
- Rithøvundur: Stephanie Turnbull
- Týðari: Vagnur Streymoy
Alligatorurin er triðja bókin um stór rovdjór. Hinar eru Leyvan og Ørnin. Alligatorar hava ógvusligan og sterkan hala og øgiligar tenn. Teir størstu viga umleið líka nógv sum eitt ross. Í hesi bókini kanst tú lesa, hvussu teir liva, hvat teir eta, og hvussu teir uppala ungar sínar. Bókin er ætlað triðja torleikastigi, reyð krabbabók.