9-12 ár: Træhúsið í 65+78 hæddum

Bókaklubbin

260,00 kr  Spar 38,00 kr
  • Síður: 375
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: enskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Andy Griffiths
  • Myndir: Terry Denton
  • Týðari: Vagnur Streymoy
Deil:

So eru teir aftur klárir at bjóða tær við upp í eitt uppaftur ørari og stuttligari træhús! 

Træhúsið í 65 hæddum:

Ótrúliga træhúsið hjá Andy og Terry hevur nú fingið eina kelidjórasalong, eitt føðingardagsrúm, har tú altíð hevur føðingardagur (sjálvt tá tú ikki fyllir), eitt rúm fult við brestandi eygum, ein sleikisneisahandil, eitt kar við kyksandi, ein meyrugarð, eina tíðarmaskinu og Træhúsatíðindastovuna, sum sigur frá øllum teimum nyggjastu tíðindunum úr træhúsinum. Andy og Terry koma í neyð, tí Terry gloymdi at biðja um byggiloyvi til træhúsið, og nú hóttir Bløðruplast umsjónarmaður við at skræða træhúsið niður. Teir noyðast tí at ferðast aftur í tíðina fyri at fáa fatur á loyvinum … Men tað er ikki so lætt at raka rætta árið í heimssøguni.

Træhúsið í 78 hæddum:

Nú hevur træhúsið fingið eitt krutlihøli, eitt ovurstórt, óklakt egg og ein útibiograf, sum sýnir teirra egna træhúsafilm! Andy og Terry ætla sær nevnliga at gerast stórar kanónir í filmsheiminum. Men tað er ikki bara bara at gera film. Andy sleppur ikki at spæla leiklutin sum Andy, tí ein apa spælir leiklutin meira sannførandi. Og so eru nakrar lúnskar njósnarakýr eisini farnar at gera um seg …

Íðan, hvørjum bíðar tú eftir? Kom við upp!

Bøkurnar koma til tey 9-12 ára gomlu í juni