9-12 ÁR: Wimpy Kid - Dagbókin hjá einum vussi

Bókaklubbin

170,00 kr  Spar 15,00 kr
  • Síður: 218
  • Útgávuár: 2023
  • Upprunamál: Enskt
  • Rithøvundur: Jeff Kinney
  • Myndir: Jeff Kinney
  • Týðari: Jóhanna Heðinsdóttir Wolle
Deil:

At vera barn kann vera ordiliga rotið. Hetta veit eingin betur enn Greg Heffley, sum gongur í miðdeild, har klantraslig neyðardýr skulu ganga í flokki saman við børnum, sum eru nógv hægri og longu raka sær.

Í Dagbókini hjá einum vussi hevur rithøvundur og myndprýðari, Jeff Kinney, gjørt eina ósannlíka hetju. Sum Greg sigur í dagbókini:

Tú mást bara ikki vænta, at eg fari at vera ordiliga soleiðis „góða dagbók” hetta og „góða dagbók” hatta.
Tíbetur fyri okkum er tað stórur munur á tí, sum Greg Heffley sigur, at hann fer at gera, og tí, sum hann ger.

Bókin fer til børn, sum eru 9-12 ár.