Svans á listasavninum

Bókaklubbin

95,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 144
  • Útgávuár: 2019
  • Upprunamál: danskt
  • Innbinding: heft
  • Rithøvundur: Gunvor Reynberg
  • Myndir: Niels Roland
  • Týðari: Elsa Birgitta P. Petersen
Deil:

Tá ið listasavnið í Svipstrup skrivar út eina listakapping, verða tey í 3. A øgiliga spent, tí ímynda tær, at teirra flokkur vann? Men Foxy og Mikkjal varnast, at onkur snýtir, og at kanska sjálvur borgarstjórin er uppií. Tí leggja tey eina snilda ætlan um at bróta inn á savnið. Tað kann sjálvandi bara ganga galið – og tað ger tað í ólukkumáta …

"Nú var tað kvirt inni í kamarinum. Foxy skumpaði skelvandi hurðina upp, klár at langa steikipannuna í skallan á innbrotstjóvinum. Nú kom hatta ræðuliga ljóðið aftur, og hon hvakk við. So bar hon eyga við ta reyðu lampuna á pinkubarnalurtinum og læt pannuna falla niður."

Hetta er triðja bókin um tey í 3. A. Les eisini Tey leita eftir Benny og Frikadellukríggið