Enn livir Emil í Lønnibergi, 3. partur
Bókaklubbin
195,00 kr
Spar 33,00 kr
- Síður: 174
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Astrid Lindgren
- Myndir: Björn Berg
- Týðari: Heini F. Petersen
Emil, tað er hann, sum býr á Kattholti í Lønnibergi og sum ger skálkabrøgd næstan hvønn dag alt árið. Hvørja ferð, tá hann hevur gjørt eitt skálkabragd, situr hann innilæstur á verkstaðnum og telgir sær ein lítlan, stuttligan træmann. Nú standa 369 træmenn á hillini!
Enn livir Emil í Lønnibergi er síðsta bók av trimum í røðini: Emil í Lønnibergi, Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd, Enn livir Emil í Lønnibergi.