8-10 ár: Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd, 2. partur

Bókaklubbin

197,00 kr  Spar 31,00 kr
  • Síður: 130
  • Útgávuár: 2022
  • Upprunamál: Svenskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Astrid Lindgren
  • Myndir: Björn Berg
  • Týðari: Heini F. Petersen
Deil:

Hevur tú nakrantíð hoyrt um Emil í Lønnibergi, hann sum búði á garðinum Kattholti í Lønnibergs sókn í Smálandi? So-o ikki! Men tað skal eg siga tær, at í Lønnibergi var einki menniskja, sum ikki hevði hoyrt um kúllin hjá bónda - fólkunum á Kattholti, Emil, sum gjørdi fleiri skálka - brøgd enn dagar eru í árinum. Tá ið hann hevði gjørt okkurt skálkabragd, varð hann settur í træsmiðjuna, og har sat hann ofta og telgdi smáar træmenn. Tá ið henda bókin byrjar, hevði Emil 79 træmenn sitandi á hillini í træsmiðjuni, og tá ið bókin endar, eru teir vorðnir 125 í tali. Dugir tú at rokna út, hvussu nógv skálkabrøgd Emil hevur gjørt? Øll hesi skálkabrøgdini hoyrir tú ikki um í hesi bókini …

Tú kanst byrja við at lesa um, tá ið Emil stoytti deiggj á pápa sín.

 

Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd er onnur bók av trimum í røðini: Emil í Lønnibergi, Emil í Lønnibergi ger spildurnýggj skálkabrøgd, Enn livir Emil í Lønnibergi.

 

Bókin fer til tey, sum eru 8-10 ár, um mánaðarskiftið januar-februar.