7 dagar í helviti
Bókadeild Føroya Lærarafelags
122,00 kr
- Síður: 52.0
- Útgávuár: 2009
- Upprunamál: føroyskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Rannvá Næs Hoydal
- Myndir: Herdis Jakobsen
”Eg hugsi ikki um nakað annað enn lokkandi angan, tá eg eins og smokki saman og liggi á øllum fýra. Blóðið, eg føli undir fingrum mínum, er lunkað. Ikki hugsi eg um, at fólk standa yvir mær og hyggja. Gløa, tá eg boyggi høvur mítt nærri niður at evjuni. Svongdin nívir meg so. Og tó veit eg, at tað er skeivt, sum eg geri.”
Tá ið KT-depilin í 2008 skipaði fyri søgukapping fyri næmingum í 7. og 8. flokki, var ein søga, ið skaraði framúr. Dómsnevndin var samd um, at hetta var ein framúrskarandi rithøvundur, ið skrivað hevði. Millum annað var sagt um søguna: ”Hon er ræðandi, vamlisliga skakandi og fantastisk!”