Rimmarveitslan
Bókaklubbin
164,00 kr
Spar 22,00 kr
- Síður: 90
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: svenskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Sara Bergmark Elfgren
- Myndir: Emil Maxén
- Týðari: Sigrið J. Hansen
Lítli Ámundur arbeiðir í stóra køkinum hjá Ludbert hertoga. Uppgáva hansara er at fóðra grísunum við tí, sum loypur av á borðinum hjá hertoganum. Og tað eru nógvar restir. Ottilia, yngsta dóttir hertogan, orkar ikki alt oyðslið og levnaðin á slottinum.
Ein dagin ger Ludbert hertogi av at skipa fyri eini rimmarveitslu - eini veitslu, sum skal vara í tríggjar dagar við hópin av mati og drykkjuvørum og veitsluklæddum gestum frá nær og fjar. Men øvundsjúki tvíburabróðir hansara ætlar at órógva veitsluna...
Skjótt verða Ámundur og Ottilia drigin inn í ett vandamikið og ferðmikið ævintýr við erpnum hertogum, lúnskum mopsum, ljótum ódjórum og ræðuligum skrímslum.
Ein vøkur myndprýdd søga eftir Sara Berkmark Elfgren og Emil Maxén.