Nógv tann elsti nakrantíð
Bókaklubbin
136,00 kr
Spar 13,00 kr
- Síður: 112
- Útgávuár: 2022
- Upprunamál: Íslendskt
- Rithøvundur: Bergrún Íris Sævarsdóttir
- Myndir: Bergrún Íris Sævarsdóttir
- Týðari: Þóra Þóroddsdóttir
Ein dagin verður alt lívið hjá Eyð vent á høvdið. Mamma og pápi fortelja henni góð tíðindi – sum hon ikki verður glað fyri. Samstundis viknar heilsan hjá Ragnari, 97 ára gamla besta vini hennara og floksfelaga. Eyð følir, at alt broytist – og tað gongur alt ov skjótt!
So fær Eyð eitt gott hugskot. Eftir eitt sindur av samráðingum klárar hon at sannføra Ragnar um hugskotið. Saman við vinunum fara tey á eitt stuttligt, hættisligt og spennandi ævintýr!
Eyð lærir, at tað ofta er stutt millum sorg og gleði, og at stórar broytingar ikki altíð eru so truplar.