Sprettur og spírar - urtagarðsbók til børn
Bókaklubbin
- Síður: 50
- Útgávuár: 2021
- Upprunamál: Enskt
- Innbinding: innbundin
- Rithøvundur: Kirsten Bradley
- Myndir: Aitch
- Týðari: Beinta Johannessen
Børn kunnu fáa nógva gleði av urtagarðsarbeiði. Sprettur og spírar er full av einføldum ítrivum, sum geva øllum forvitnum, ungum gartnarum íblástur, og tað er uttan mun til, um tú eigur ein urtagarð, eina altan ella bara ein vindeygakarm.
Uttan mun til hvar tú býrt ella hvørja árstíð, so bjóðar Sprettur og spírar tær at grava hendurnar í moldina og kanna verðina rundan um teg! Tú kanst fylgja við náttúrunnar undrum við at seta eitt fræ niður og eygleiða tað, ímeðan tað veksur til eitt blomstur, tú kanst henta leskilig ber um summarið ella gera ein fuglafóðrara fyri at hjálpa svongum, smáum fuglum um várið.
Hví ikki gera eitt terrarium í eini glaskrukku at hava í kamarinum ella skriva náttúrudagbók og fylgja við øllum tí vakra, sum hendir í náttúruni?