Ein nátt í Betlehem

Bókaklubbin

170,00 kr  Spar 15,00 kr

  • Síður: 56
  • Útgávuár: 2023
  • Upprunamál: Danskt
  • Rithøvundur: Bjarne Reuter
  • Myndir: Kamilla Wichmann
  • Týðari: Kristianna Poulsen
Deil:

Drongurin Boas er úti og leitar eftir tjúkka frensinum Jetro. Men í skýmingini er fult av soldatum og fremmandum fólkum í Betlehem. Boas finnur frensin, sum hevur krógvað seg undir beristólinum hjá ónda konginum Heródesi, og skundar sær avstað.

Í loyndarfullu náttini møtir Boas trimum stjørnuspámonnum á kamel um. Teir hava fylgt einum løgnum ljósi á himmalinum heilt úr Eysturlondum til Betlehem. Hann tekur fremmandu menninar við heim í húsini hjá pápanum, har ein ungur maður og kona hansara, sum er við barn, eru sloppin at gista í einum fjósi. Hetta verður ein nátt sum eingin onnur nátt.