5-7 ár: Drongurin, sum rópti so illa + 5 minuttir long ævintýr

Bókaklubbin

260,00 kr  Spar 60,00 kr
  • Síður: 198
  • Útgávuár: 2020
  • Upprunamál: føroyskt + danskt
  • Innbinding: innbundin
  • Rithøvundur: Hjalmar Didriksen Apol + Peter Gotthardt
  • Myndir: Hjalmar Didriksen Apol + Sussi og Bente Bech
  • Týðari: Laura Joensen
Deil:

Hesa ferð fáa tit tvær sera spennandi og sera ymiskar bøkur!

 

Drongurin, sum rópti so illa

Ein stuttlig og forvitnislig upprunaføroysk myndabók eftir Hjalmar Didriksen Apol. 

Drongurin rópar, og øll hini halda fyri oyruni. So fer høvdið á honum knappliga at vaksa, og hann sveimar burtur sum ein ballón. Hvar fer hann, og man hann nakrantíð koma heim aftur? Kom við dronginum, sum rópti so illa, á eina óvæntaða ferð. Á ferðini er ongin tekstur, tí søgan er í myndunum og í tínum egna hugflogi.

Hugnalig bókaframløga fyri alla familjuna verður leygardagin 17. oktober kl. 14 í Rit&Rák. Hoyr søguna, tekna saman við Hjalmari, far á skattajakt og fá eina flotta ballón!

 

5 minuttir long ævintýr

Einaferð var tað … soleiðis byrja mong av teimum ótrúligu ævintýrunum, sum vit øll kenna og dáma. Í hesi bókini hava vit valt 32 av teimum allarbestu – og tey eru endursøgd soleiðis, at tey taka 5 minuttir at lesa fyri teimum smáu! Tey rigga væl sum songarlesnaður ella til eina stutta hugnaløtu nær sum helst á degnum.

Tann danski barnabókarithøvundurin Peter Gotthardt hevur endursagt ævintýrini, so tey hóska til nútíðar málburð uttan missa sín gandakenda dám. Tveir av best umtóktu og kendastu myndprýðarum hava myndprýtt bókina. Tað eru systrarnar Sussi Bech og Bente Bech, ið hava fingið fleiri virðislønir.

Bøkurnar koma til tey 5-7 ára gomlu síðst í oktober